Á Breddanum: Gerðarrættur viðger trætu um WTO-limaskap

Á Breddanum: Gerðarrættur viðger trætu um WTO-limaskap
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
Tað var á tíðindafundinum eftir ríkisfundin, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, upplýsti, at grein 6 í heimstýrislógini nú verður brúkt at loysa eina trætu millum Danmark og Føroyar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.08.2024 - 08:47

Málið um føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO skal nú fyri ein gerðarrætt.

Tað gjørdist greitt eftir tíðindafundin við teimum trimum stjónarleiðaranum í ríkisfelagsskapinum, sum var í vikuni.  

Serliga nevndin, sum skal taka avgerð í málinum, verður sett eftir grein 6 í heimastýrislógini, og hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.

Hvat er hetta fyri nevnd, hvat snýr ósemjan seg um, og nær kann væntast, at ein niðurstøða kemur?

Samrøða verður við Christian Andreasen, løgfrøðing.

Í sendingini verður eisini spurt, hvønn týdning føroyskur limaskapur í WTO fær.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, verður í útvarpsstovuni. 

Breddin klokkan 10.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360