Tónleikastjørnur í Barnaútvarpinum

Tónleikastjørnur í Barnaútvarpinum
Í næstu viku tosar Barnaútvarpið við fimm tónleikastjørnur, og vit fara eisini at hoyra brot úr savninum. Vit hitta millum annað Marius DC, Guðrið Hansdóttir og Beinir Troest
 
30.08.2024 - 13:16

Í Føroyum eru fleiri tónleikastjørnur, og fleiri av føroysku tónleikastjørnunum hava verið í Barnaútvarpinum sum børn, og  hava sungið og greitt frá. Í næstu viku tosa vit við fimm tónleikastjørnur og vit fara eisini at hoyra brot úr sendingum, sum eru í savninum.

Spennandi verður at hoyra, hvussu tey ljóðaðu, tá ið tey vóru børn - hvussu minnast tey ta tíðina, tá ið tey byrjaðu at syngja og spæla tónleik?

 

Marius DC fyrsta tónleikastjørnan í Barnaútvarpinum

Mánadagin verður Barnaútvarpið aftur at hoyra klokkan 7.15. Tá fara vit at tosa við Marius DC.

Tá ið Marius var 7 ára gamal, sendi hann bræv til Lova mær við-sendingina í Barnaútvarpinum. Tá kallaði hann seg Marius Listamaður. Nú ber til at hoyra sendingina frá 2011 aftur, tú finnur hana her

Marius DC sigur í lagnum Slættaratindur: "Lívið er ikki hart, tá mann fekk sín start sum gestur á Lova mær við". 

Fyrsta sendingin við føroyskum tónleikastjørnum er við Marius DC, og til ber at lurta her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Nýggjastu sendingar í SV

Meira um sama evni