Fingu bara 32 toskar á Føroyabanka

Fingu bara 32 toskar á Føroyabanka
Magnus Heinason hevði 29 hál í fimm dagar. Lítið er eisini til av hýsu á Bankanum
 
16.10.2013 - 15:17

32 fiskar.

Tað var samlaða veiðan av toski, sum føroyska rannsóknarskipið, Magnus Heinason, fekk í 29 hálum á Føroyabankan fimm dagar í septembur. Føroyabanki er fiskigrunnur í ein útsynning úr Føroyum.

Tað, sum ið hvussu er hevur verið serstakt við Føroyabanka, er, at eitt egið slag av toski fæst har. Hetta er toskur, sum orsakað av góðum hitaviðurskiftum og nógvari føði veksur skjótt, og sum sigst vera góður til matna.

Støðan er vánalig

Eru yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni eftirfarandi, er støðan hjá toskinum á Bankanum sostatt sera vánalig. Teir 32 toskarnir, sum komu í trolið hesaferð, eru bara ein helvt av veiðuni í fjør, tá ið veiðan eisini var stak vánalig, sigur Havstovan, sum ger árligar kanningarnar við Magnusi Heinasyni á Føroyabanka.

At fáa 32 toskar í 29 hálum er næstan at draga svart; altso at fáa onki. Men tað er at fegnast um, sigur Havstovan, at toskurin henda túrin var 10% feitari enn fyri einum ári síðan.

Eisini lítið til av hýsu

Gleðin á Havstovuni er kortini stokkut, tí tað stendur ikki bara illa til við toskinum á Føroyabankanum, sum annars verður sagdur at vera eitt vakstrarparadís fyri fisk. Lítið er nevniliga eisini til av hýsu, sum heldur til fast á bankanum, og upsa, sum er ferðandi fiskur á leiðini við Føroyabanka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610