Frískúlin í Havn hongur í klønum tráð

Frískúlin í Havn hongur í klønum tráð
Stýrið fyri Frískúlan hevur boðað til eykaaðalfund um at avtaka skúlan
Støða skal nú takast til, um Frískúlin í Havn skal takast av. (Savnsmynd: Frískúlin á Argjum)
 
04.09.2024 - 08:08

Framtíðin hjá Frískúlanum í Havn - sum er á Velbastað - hongur í klønum tráð.

Stýrið fyri Frískúlan í Havn boðar til eykaaðalfund, har eittans punkt er á skránni. Tað er uppskot um at avtaka skúlan.

Boðini um eykaaðalfund eru send øllum foreldrum at næmingunum í Frískúlanum í Havn.

Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til málið. Hann vísir á, at talan er um eitt eymt mál, sum skal viðgerast á eykaaðalfundinum, har ein endalig støða eisini verður tikin.

Eykaaðalfundurin er lýstur at vera um tvær vikur, mikukvøldið 18. september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906