Miðflokkurin stillar upp í Havn og í Klaksvík

bannari
Miðflokkurin stillar upp í Havn og í Klaksvík
Flokkurin hevur ikki stillað upp til býráðið í Klaksvík fyrr, og í Havn er hetta fyrstu ferð síðani 2012
Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum.
 
11.09.2024 - 12:59

- Miðflokkurin fer á kommunuvalinum í novembur at stilla valevni upp í Havn og í Klaksvík.

Tað sigur formaðurin í flokkinum, Jenis av Rana.

- Vit hava nøkur nøvn, og arbeiða framvegis við at fáa fleiri, sigur hann.

Miðflokkurin hevur ikki stillað upp til býráðið í Klaksvík áður, og í Havn er hetta fyrstu ferð síðani 2012.

 

Virðisspurningar

- Miðflokkurin byggir í stóran mun politikk sín á virðisspurningar, og vit hava altíð hildið, at hesi eru meira viðkomandi í løgtinginum, enn í kommunum, sigur formaðurin.

Hann sigur, at yngra ættarliðið heldur tó, at flokkurin eigur at vera umboðaður í kommunum, tí har eru eisini viðkomandi evni á skrá.

Jenis av Rana sigur, at arbeitt verður við at fáa fleiri nøvn á uppstillingarlistarnar í Klaksvík og í Havn.

Á listunum higartil er javnstøða, har er helvtin kvinnur og helvtin menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572