Kollafjarðartunnilin opin aftur

Kollafjarðartunnilin opin aftur
Kollafjarðartunnilin hevur verið stongdur fyri allari ferðslu síðani áðrenn klokkan 11, tí eldur er komin í ein bil og nógvur roykur var inni í tunlinum, men nú er opið aftur.
Eldurin var so mikið ógvisligur, at brent var niður í vegbreytina
 
14.09.2024 - 11:02

DAGFØRING KL. 11.57:

Kollfjarðartunnilin er opin aftur, eftir at eldur kom í ein bil nakað fyri klokkan 11. Einu løtuna fekst ikki full vissa fyri, at øll vóru komin út, men fyri einum korteri síðani kundi staðfestast, at eingin var eftir inni.

- Átaksleiðarin hevur sagt, at hvørki nakað fólk ella nakar bilur er eftir í tunlinum, og hann metir, at koyrandi verður aftur um ein hálvan til heilan tíma, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Talan var um ein vanligan, bensinriknan persónbil, sum eldur kom í, men tann eldurin varð sløktur klokkan 10.54. Bara bilførarin var í bilinum, og hann slapp úr bilinum í øllum góðum.

- Hetta var ein sera umfatandi eldur, sum var so mikið stórur, at brent er niður í vegbreytina. Soleiðis sum ættin er, hevur vindurin blást roykin út Kollfjarðamegin, men enn er tjúkt inni, sigur vakthavandi.

- Tunnilin er gamal og lýkur eingi krøv, so vit fáa hvørki koyrt bummin niður ella tendrað reyðu ávaringarljósini uttanfyri, og heldur ikki megna blásararnir inni í tunlinum at fáa roykin út.

Júst tí takkar politiið teimum privatfólkum, sum hava verið í tunlinum, tí tey hava verið til stóra hjálp, bæði við at siga frá støðuni og at forða fyri, at fleiri bilar fóru inn í tunnilin.

- Vit hava eina patrúlju standandi við rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, ið forðar bilum atkoyra norður til Kollfjarðatunnilin, og Kollfjarðamegin hevur ein lastbilur sett seg fyri, so fleiri fólk ikki skulu royna at koma inn í tunnilin tann vegin, sigur vakthavandi, ið takkar fyri alla ta hjálp, politiið hevur fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179