Høgni ætlar ikki at leggja frá sær

Høgni ætlar ikki at leggja frá sær
Høgni Hoydal hevur lítlan hug at tosa um, at ein útskifting í ovastu leiðslu í Tjóðveldi er neyðug, nú flokkurin fær metlítla undirtøku frá veljarunum.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2024 - 15:34

Í mong ár hevur í føroyskum landspolitikki verið tosað um teir fýra stóru flokkarnar: Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Men í veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskiftið kunngjørdi í gjár, sjálvan 14. septembur, fær Tjóðveldi so mikið vánaliga undirtøku, at flokkurin illa kann teljast millum teir stóru longur.

Bara 13,2 prosent av veljarunum vildu sett kross fyri Tjóðveldi, sum ikki hevði fingið meira enn fýra tingsessir, um val var nú.

Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum Vikuskiftið og politiskur viðmerkjari, helt í útvarpstíðindunum í gjár, at Tjóðveldi nú má umhugsa, um leiðslan í flokkinum er tann rætta.

Men Høgni Hoydal hevur lítlan hug at tosa um, um Tjóðveldi hevur brúk fyri nýggjari leiðslu. Hann heldur tó, at vend má koma í, nú flokkurin hevur havt kanska vánaligastu veljarakanning nakrantíð.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum:

2024-09-15-Hogni-Hoydal
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334