Kommunurnar skylda peningastovnunum 1,7 milliardir

Kommunurnar skylda peningastovnunum 1,7 milliardir
Síðani mai í fjør hava kommunurnar lænt 300 mió. kr.
Kommunuskuldin í føroysku peningastovnunum er 1,7 milliardir kr.
 
17.09.2024 - 08:27

Føroysku kommunurnar skylda nú føroysku peningastovnunum 1,7 milliardir krónur.

Tríggjar kommunur skylda eina milliard, Tórshavn og Klaksvik 400 milliónir krónur hvør og Runavík 200 milliónir.

Tað sigur Váðaráðið í nýggjastu frágreiðing sínari.

Síðani mai í fjør hava kommunurnar lænt 300 mió. kr.

Almenn feløg hava lænt nógv í seinastuni, men skuldin hjá teimum er bara ein triðingur av tí, sum kommununurnar skylda. 

Les meira her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334