MEGD: Grundleggjandi rættindi vanta framvegis

MEGD: Grundleggjandi rættindi vanta framvegis
Brekrættindanevndin hjá ST vísir í niðurstøðum og tilmælum á, at fleiri grundleggjandi rættindi framvegis ikki eru nøktandi hjá fólki, ið bera brek
Myndin er tikin eftir hoyringina í ST-bygninginum. Á myndini eru m.a. umboð fyri MEGD, LEV í Danmark og grønlendska talsmannastovnin, Tilioq.
 
17.09.2024 - 11:26

Fleiri grundleggjandi rættindi hjá fólki, sum bera brek, eru framvegis ikki nóg góð í Føroyum, og fleiri tilmæli eru ikki fingin í rættlag, nú 10 ár eftir ST-hoyringina í 2014.

MEGD skrivar á heimasíðu sínari, at nú 10 ár eru liðin, síðani hoyringina í brekrættindanevndini hjá Sameindu tjóðum í 2014, hevur nevndin aftur sent landsstýrinum niðurstøður við støði í eygleiðingum av føroyskari lóggávu og sent tilmæli, har orð verða sett á álvarsom viðurskifti viðvíkjandi rættindum hjá fólki, ið bera brek.

Brekrættindanevndin vísir í niðurstøðunum og tilmælunum á, at fleiri grundleggjandi rættindi framvegis ikki eru nøktandi hjá fólki, ið bera brek. 

Fleiri tilmæli eru eisini, sum ikki enn eru fingin í rættlag síðani 2014.

 

Tóra við Keldu er forkvinna í MEGD.

 

Sáttmálin limast inn í føroyska lóggávu

Millum annað mælir nevndin til, at Føroya landsstýri í góðum og miðvísum samstarvi við fólk, ið bera brek og limafeløg teirra, skipa soleiðis fyri, 

- at brekrættindasáttmálin verður innlimaður í føroyska lóggávu, og at stig verða tikin til tess at sáttmálin verður nýttur sum grundarlag í arbeiðinum hjá dómstólunum og í almennu umsitingini sum heild

- at verandi lóggáva verður eftirmett

- og at lógir, ið skapa afturstig fyri fólk, ið bera brek, verða rættaðar.

Sambært MEGD er ein long røð av tilmælum frá brekrættindanevndini hjá ST til landsstýrið.

Talan er um viðurskifti, sum Føroya landsstýri sum skjótast eigur at taka í álvara, sigur MEGD.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053