Undrar at javnstøða ikki er krav til semingsfólk

Undrar at javnstøða ikki er krav til semingsfólk
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og limur í Fakfelagssamstarvinum, sigur at maður og kvinna vóru í uppskoti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2024 - 18:50

- Tað undrar meg, at einki krav er um javnstøðu, tá ið nýggj semingsfólk skulu veljast.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og limur í Fakfelagssamstarvinum, sum høvdu ein mann og eina kvinnu í uppskoti til semingsfólk og varasemingsfólk.

Sjálvt valið av semings- og varasemingsfólki er neyvt skipað.

Hóast atkvøðubýtið endaði 15 - 3, so er fakfelagsformaðurin sannførdur um, at kvinnan er væl skikkað til starvið.

Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen vóru afturvaldir til semings- og varasemingsmann, og byrja nýtt trý ára skeið 1. oktober.
 

Hoyr innslagið við Súna Selfoss í tíðindunum klokkan 18.00 í kvøld

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928