Pedagogar kæra ikki dóm um eina stovnsleiðslu

Pedagogar kæra ikki dóm um eina stovnsleiðslu
Maud Wang Hansen, forkvinna í pedagogfelagnum, er tó ikki fegin um henda partin av dóminum í rættarmálinum millum felagið og Vágs kommunu
Barnagarðuri og frítíðarskúlin í Vági eru lagdir saman í ein stovn, og tí fer Pedagogfelagið ikki at kæra dómin, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna
 
18.10.2013 - 07:52

Føroya Pedagogfelag fer ikki at kæra dómin, sum Føroya Rættur segði herfyri millum felagið og Vágs kommunu.

Samstundis sum Vágs Kommuna varð dømd at rinda 75.000 krónur til tríggjar leiðandi pedagogar, tí kommunan hevði ikki hildið neyðugan fyrisitingarsið í sambandi við uppsøgn, so fekk Vágs kommuna viðhald í, at hon hevði rætt til at siga leiðararnar á tveimum stovnum úr starvi,  í staðin at leggja báðar stovnarnar undir ein leiðara.

Forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, var als ikki fegin um hendan part av dóminum. Grein 8 í dagstovnalógini sigur: "Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving."

Kunnu hava eina leiðslu

Men niðurstøðan hjá rættinum var, at henda orðing forðar ikki eini kommunu at hava fleiri stovnar undir somu leiðslu. Pedagogfelagið tekur ikki undir við hesi niðurstøðu:

- Vit ivast ikki í, at meiningin við grein 8 er, at tað skal vera ein leiðari fyri hvønn stovn, og vit ætla framhaldandi at arbeiða og ráðgeva út frá hesum, sigur Maud Wang Hansen

Síðan málið varð reist, eru barnagarðurin og frítíðarskúlin í Vági lagdir í sama stovn, og hetta er orsøkin til, at pedagogfelagið hevur avgjørt ikki at kæra dómin, sigur Maud Wang Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491