Fyrireika lóg um barnahús

Fyrireika lóg um barnahús
Ætlanin hjá Almannamálaráðnum er, at broytingin í barnaverndarlógini kemur í gildi á nýggjárinum
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sent uppskot um barnahús til hoyringar
 
18.10.2013 - 10:52

Uppskotið um barnahús er sent til hoyringar.

Ætlanin hjá Almannamálaráðnum er, at broytingin í barnaverndarlógini kemur í gildi á nýggjárinum. Barnahúsið verður karmur um tvørfakligt samstarv millum barnavernd, politi og heilsumyndugleikar, sum hjálpa børnum og ungum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og likamligum harðskapi.

Endamálið við Barnahúsinum er, at myndugleikarnir koma til barnið í staðin fyri, at barnið ferðast millum ymsu myndugleikarnar.

500.000 kr. eru settar av á fíggjarlógini til barnahús.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341