- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir við í "Vild med dans" fríggjakvøldið
TV2 hevur sent boð eftir dugnaliga føroyska sangaranum og sangskrivaranum Beinir Troest Rasmussen at luttaka í "Vild med dans".
Tað verður tó ikki á dansigólvinum, at ungi føroyingurin skal royna seg, men hinvegin á pallinum saman við nýggja "Vild med dans"-orkestrinum.
"Tað er avgjørt ein fyrimunur fyri meg at standa á pallinum og ikki á dansigólvinum," staðfestir Beinir skemtandi í sambandi við, at hann skal luttaka í "Vild med dans".
Beinir skal syngja nýggjasta staklagið hjá sær "Call Me A Dreamer" í "Vild med dans", sum er sera væl umtóktu undirhaldssending við nógvum hyggjarum - ikki minst í Føroyum.
Beinir, ið er ættaður úr Saltangará, gleðir seg.
“Tað verður stuttligt at sleppa at syngja 'Call Me A Dreamer' saman við hasum orkestrinum”, sigur Beinir.
Vind í seglunum
Beinir hevur veruliga fingið vind í seglini á danska tónleikapallinum. Hann spælir nógvar konsertir, tónleikurin hjá honum verður javnan spældur í donskum útvarpi, og so tykist hann vera komin í samband við tey røttu fólkini innan donsku tónleika- og undirhaldsvinnuna í Danmark.
"Jú, tað gongur sera væl. Tað er fantastiskt at uppliva, at fólk taka væl ímóti mínum tónleiki og koma til mínar konsertir. Eisini er tað spennandi at hava fingið fótin innum í donskum útvarpi, og at fáa møguleikar at spæla í donskum sjónvarpi," greiddi Beinir Troest Rasmussen frá fyrr í ár.
Beinir gongur eisini einari spennandi tíð í møti, tí hansara debutpláta sum vaksin, "Greener", kemur út 25. oktober, og í tí sambandi kemur Beinir eisini til Føroya at spæla konsert í Løkshøll á heimabeiti í Runavík 23. november.
Konsertin í Løkshøll er partur av einari longri konsertferð, ið Beinir fer á í sambandi við útgávuna av "Greener". Umframt konsertir í Danmark og Føroyum, so gongur leiðin eisini til Týsklands.