Runavíkar kommuna tekur grundstykkir inn aftur

Runavíkar kommuna tekur grundstykkir inn aftur
Tað gevur ikki meining hjá kommununi at gera nýggjar útstykkingar, samstundis sum fleiri grundstykki liggja, uttan at nakar er farin at byggja á tey, sigur borgarstjórin
Tað er stórur eftirspurningur eftir at seta búgv í Runavík. Nú verða grundstykki tikin inn aftur, har eingin bygging er farin í gongd eftir tveimum árum
Mynd: Savnsmynd  
 
28.09.2024 - 14:43

- Ein kommuna sum okkara kann ikki brúka eina rúgvu av peningi fyri at útstykkja, fyri at onkur liggur á stykkjunum uttan at byggja á teimum, tí so noyðist kommunan at útstykkja av nýggjum, hóast nógv grundstykkir liggja óbrúkt.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Kommunan fer nú í holt við at taka grundstykkir innaftur, har tvey ára freistin fyri at fara undir bygging er farin. Talan er um eini 30 grundstykki.

Stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir, at bústaðarmøguleikarnir í Runavíkar kommunu kundu verið betri. Í kanningini siga 22% av teimum, sum hava svarað, seg vera illa nøgd við bústaðarmøguleikarnar. 15% siga seg vera væl nøgd við bústaðarmøguleikarnar í Runavíkar kommunu. Samanumtikið fær kommunan 47 stig av 100 í spurninginum um bústaðarmøguleikar. Miðal fyri landið er 44 stig.

 

Hoyrið samrøðu við Tórbjørn Jacobsen her:

Tobbi_grundstykkir_takast_inn

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938