Telduálopið í Klaksvík: Heita á borgarar um at vera varnar

Telduálopið í Klaksvík: Heita á borgarar um at vera varnar
Hóast ræði er fingið aftur á upplýsingum, sum teldusníkar tóku, er eingin vissa fyri, at teldusníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum
Tey, sum hava stolið upplýsingarnar, kunnu royna eitt nú nýta p-tal til samleikastuldur ella svik, siga Klaksvíkar kommuna, bú- og heimatænastan og barnaverndartænastan.
 
10.10.2024 - 08:05

Klaksvíkar kommuna, Norðoya bú- og heimatænasta og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hava nú sent út eina fráboðan um trygdarbrot.

Tey siga, at tey hava aftur ræði á øllum upplýsingunum, sum teldusníkar tóku, men tey kunnu ikki við vissu siga, at teldusníkarnir ikki hava tikið avrit av upplýsingunum.

Upplýsingarnar eru navn, bústaður, p-tal, kontunummur, yrkisfelagsligt tilknýti og persónupplýsingar í sambandi við málsviðgerðir.

Talan kann eisini vera um skrásetingar hjá barnatannlækna í Klaksvíkar kommunu, Fugloyar kommuna, Hvannasunds kommunu, Kunoyar kommunu og Viðareiðis kommunu.

Tey, sum hava stolið upplýsingarnar, kunnu royna eitt nú nýta p-tal til samleikastuldur ella svik. Tey kunnu royna at lumpa fólk at veita upplýsingar ella pengar.

 

Varin við óvæntaðum teldupostum

Ráðini eru tí at vera varin, um fólk fáa óvæntaðar teldupostar, SMS-boð ella telefonuppringingar, har biðið verður um persónligar upplýsingar, innritanarupplýsingar ella pengar.

'Trýstið ikki á ivasamar leinkjur, og latið ikki persónupplýsingar til óviðkomandi' eru ráðini. 

'Og broytið veik loyniorð til sterk loyniorð'. 

Gjaldstovan hevur kunning um júst hetta, siga Klaksvíkar kommuna, Norðoya bú- og heimatænasta og Barnaverndartænastan í Norðoyggjum .

Tey siga eisini, at arbeitt verður av øllum alvi við at framtíðartryggja allar dátur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373