- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarrák
Í 2017 funnu Helena Rebensdorff Heinesen, ið óiva er betri kend sum sangarinnan, tónleikarin og sangskrivarin Brimheim, og Lorri Lin, ið er frá New York, saman umvegis Tinder.
Um hetta mundi gekk Brimheim á musikkonservatoriunum í Keypmannahavn, meðan Lorri var skiftisnæmingur á Copenhagen Business School. Og júst hetta at Lorri gekk á CBS fekk Brimheim at hugsa at hon kanska ikki júst var typan, ið hon vanliga hevði farið á deyt við.
Men har var eitt hvørt, sum fangaði, sveipað varð rætta vegin og so møttust tær tann 20. mars, ið var eina viku seinri. Og løtuna tær møttust minnist Brimheim sera væl.
Lorri hevði skotið upp at tær skuldi møtast á einari ginbarr, og Brimheim, sum tá var lesandi, hugsaði at hetta verður dýrt - og typiskt CBS. Hetta kvøldið oysti tað niður, og tá Brimheim kom til barrina, var hon stongd. Tær møttust kortini uttanfyri í øllum regninum, og Brimheim hugsaði beinanvegin at hendan kvinnan og hendan kemiin er nakað heilt serligt.
Lorri sigur sjálv at hon var rættuliga fjálturstungin og at hon var komin á staðið einar tveir tímar frammanundan, tí hon ikki hevði tær stóru royndirnar við deyting.
Um hvat, ið tað var, sum gjørdi at hon forelskaði seg í Brimheim, sigur Lorri millum annað at tað er ein bæði lættur og stórur spurningurin at svara uppá, tí har er so nógv, ið tú gerst góður við. Brimheim er forvitin og opin, og so fer hon eisini væl við teimum, ið ikki eri farin so væl við henni. Hon hevur allar teir góðu eginleikarnar, ið tú kanst hugsa tær, sigur Lorri.
Um orsøkina til at hon fór á Tinder, sigur Lorri at tað var til stuttleikar og eisini fyri at royna nakað nýtt. "Eg kom ikki út sum samkynd fyrr enn eg var 28 ár, so hetta var eisini ein roynd at fáa nakrar royndir, sum eg ikki hevði fingið sum tannáringur og heilt ung", sigur Lorri Lin.
Tað er ikki nakað serliga romantiskt at sveipa á Tinder, men so skjótt sum vit høvdu hitt hvørja aðra, blómaði romantikkurin, tí vit gjørdust so forelskaðar, sigur Brimheim. Og løtan, tá vit møttust fyri fyrstu ferð í øllum regninum, var eisini romantisk.
Hóast Brimheim hevði verið á Tinder í eina tíð, tá hon møtti Lorri, hevði hon ikki væntað at finna stóra kærleikan á Tinder, hóast hon er ein stórur romantikkari. Og fýra mánaðar seinri vóru tær unnustir og í dag eru tær giftar.
Kærleiki í fjarstøðu í eini tvey ár
Men Lorri mátti flyta aftur til USA í eini tvey ár til hon fekk endaligt uppihaldsloyvi í Danmark, og tað er hart, sigur Brimheim. Vit vistu av at tað fór at vera ein tíð, har ið vit ikki kundu vera saman, og tí investeraðu vit nógv í parlagið beinanvegin, tí vit vistu at tað var hetta, ið vit vildu.
Spurd, hvørji góð ráð hon hevur til onnur, ið fara á Tinder, sigur Brimheim, at umráðandi er at hittast so skjótt sum gjørligt, soleiðis at greiða fæst á um hetta er tað rætta.
Brimheim sigur at tað er umráðandi at raðfesta hjúnarbandið. Lorri er eisini managari hjá henni og tí er tað umráðandi at seta løtur av har, ið tað ikki snýr seg um arbeiðið, men um kærleikan og parlagið. Vit fara ofta út at eta og ganga eisini nógvar túrar saman, sigur Brimheim.
Onki føroyskt orð fyri deyting
Tað eru bæði fyrimunir og vansar við talgildum deytingtænastum sum Tinder, sigur Bjørt Lind, ið er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tað góða er at tað gerst lættari at møta onkrum, og tað kann skunda undir hetta at finna ein partnara. Men samstundis er tað ein vansi at tú eisini kanst verða snýtt ella sáraður. Og um tú sveipar og sveipar og onki eydnast, kann hetta ávirka bæði sjálvsfatan og sjálvsálit skeiva vegin. Men yvirhøvir haldi eg at tað at hava hendan online møguleikan er bara eitt eykating í tí at finna ein partnara.
Deyting er eisini eitt rættuliga nýtt fyribrygdi í Føroyum. Og kanska er tað tí, at øll kenna øll í Føroyum og tí er føroyski deytingmarknaðurin øðrvísi enn uttanlands. Hevur tú verið á einari miseydnaðari deyt, er ikki óhugsandi at tú møtir viðkomandi aftur seinri - og tað hendur ikki í sama mun uttanlands.
At deyting er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum sæst eisini aftur málsliga, tí vit hava ikki nakað rættuligt orð fyri at deyta. Har er kortini eitt orð, sum Bjørt Lind dámar sera væl, hóast tað ikki er júst tað sama, og tað er at fjasast, sum Bjørt heldur vera eitt eitt stað millum tað at deyta og at ganga saman.
Í Føroyum verða deyting-appir eisini brúktar, soleiðis at tú fært eitt yvirlit yvir hvørji fólk eru tøk á marknaðinum, og møtur tú onkran teirra í býnum, veitst tú at tú kanst royna eftir viðkomandi.
Úrvalið av deytingheimasíðum og deytingappum er rættuliga fjølbroytt, sigur Bjørt. Umframt appir sum Tinder, Happn, Bumble, Hinge, OkCupid, Badoo, Match.com, EliteSingles og Grindr finnast nógvar appir, sum venda sær til serligar málbólkar, sum eitt nú samkynd, um tú er trúgvandi ella ikki, og um tú hevur kelidjór ella ikki fyri bara at tríva í rúgvuna.
Hann hevði ein ljótan regnjakka, men var ein ordiligur sjeikur
Linda Laksáfoss og Christian Rodell funnu hvørtannað umvegis kristnu deytingsíðuna Kristen Dating ella Seventh Heaven. Linda er klaksvíkingur meðan Christian er dani, ið kemur frá norðurjútlandi.
Linda vildi hava ein sjeik, sum ikki drakk og var trúgvandi meðan Christian, ið var vorðin trúgvandi nakað frammanundan, helt hetta vera ein týdningarmiklan part av virðisgrundarlagnum hjá einum maka.
Linda og Christian skrivaðu saman í eina tíð - Christian dugur væl at orða seg, sigur Linda, og hetta at tey høvdu samskift nógv fyri tey møttust hevði stóran týdning.
Tey møttust online seinast í februar og tveir mánaðar seinri kom Christian til Føroyar, har ið hann varð heintaður av Lindu á flogvøllinum. "Tað fyrsta, eg hugsaði," sigur Linda, "var, oh my God, tú hevur ljótan regnjakka, men ordiligur sjeikur."
Christian var eisini sera hugtikin av Lindu, og serliga var tað ljósa hárið, vøkru eyguni, hennara lætta lyndi og at hon er so hjartagóð, ið hugtók hann.
Um orsøkina til at tey fingu sær ein vangamynd á einari deytingheimasíðu sigur Christian at hann hevði verið á fleiri deytes í "veruliga" lívinum, men at tað hevði ongantíð borið á mál, og nú hevði hann hug at royna hetta fyri fyrstu ferð.
Linda hevði áður havt deyting-vangamyndir, og hevði chattað við ein vinmann hjá Christian áðrenn. "So tá eg hitti vinfólkini hjá Christian á fyrsta sinni munni eg doyð, tá eg sá at Christian og hann vóru vinmenn", sigur Linda flennandi.
Hjúnarbandið skal røkjast eru bæði Linda og Christian á einum máli um. Viðhvørt skeldast vit, men alt er ein spurningur um at vit vilja hvørtannað og okkara hjúnarband - og tað vilja vit!
Kanska er tað eisini vorðið ov lætt at kasta frá sær og fara frá hvørjum øðrum, heldur Christian. Tað kann skjótt fara at minna um elektronikkin, sum vit tveita burtur so skjótt sum okkurt ikki riggar, sigur Christian, samstundis sum hann leggur afturat at hetta var kanska ikki tann besta samanberingin.
Sendingin telur eisini eina spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt vegna Tíðarrák, har ið 500 fólk um alt landið eru spurd ymiskar spurningar um netdeyting og parløg.