Elon Musk letur milliónir til valstríðið hjá Donald Trump

Elon Musk letur milliónir til valstríðið hjá Donald Trump
Endamálið við tiltakinum er at fáa fleiri atkvøður til republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, skrivar Reuters
Elon Musk letur milliónir til valstríðið hjá Donald Trump.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2024 - 09:53

Tøkni-milliardingurin Elon Musk hevur latið eina millión dollarar til ein amerikanskan mann, sum var við í einum tiltaki í valstríðnum í Harrisburg í statinum Pennsylvania í gjárkvøldið. 

Og soleiðis fer tað at vera hvønn dag, til amerikanska forsetavalið 5. november.

Endamálið við tiltakinum er at fáa fleiri atkvøður til republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, skrivar Reuters.

Einasta kravið fyri at vera við í lutakastinum um stóru pengaupphæddina er, at tú skalt skriva undir áheitanina hjá Elon Musk á netinum at stuðla sokallaðu "first og second amendments" hjá USA.

Hetta eru grundlógarískoytini í amerikansku grundlógini, sum tryggja rættin til talufrælsi og rættin at bera vápn.

 

Latið hálva milliard í stuðulsgrunn

Elon Musk er farin upp í valstríðið av heilum huga fyri at fáa republikanska valevnið, fyrrverandi forsetan Donald Trump, valdan.

Mikudagin var kunngjørt, at Musk hevur latið umleið 75 milliónir dollarar - yvir hálva milliard krónur - til ein stuðulsgrunn, sum hann sjálvur hevur stovnað, ið skal hjálpa Donald Trump í valstríðnum.

Peningurin í grunninum er brúktur til at fáa Trump-viðhaldsfólk til valborðið í svingstatunum. 

Musk sigur, uttan at hava prógv fyri tí, at demokratarnir fara at royna at fylla USA við ólógligum tilflytarum, sum aftur fara at atkvøða fyri demokratunum í framtíðini. og harvið tryggja flokkinum æviga valdið í USA, sum hann málber seg.

Tí heldur hann, at valið 5. november kann verða tað seinasta frælsa valið í USA, um demokratiska valevnið Kamala Harris vinnur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650