Sjúrður Skaale fær heiður fyri ársins røðu í Danmark

Sjúrður Skaale fær heiður fyri ársins røðu í Danmark
Røðan um Ísrael í Miðeystri var hildin í fólkatinginum, tá fólkatingssetan endaði í mai
Sjúrður Skaale á røðarapallinum í fólkatinginum.
 
22.10.2024 - 14:50

Røðan “Ísrael er ljósið í miðeystri” er kosin ársins røða í Danmark í 2024.

Røðan til endaorðaskifti fólkatingsins í maimánaði fekk nógva umrøðu og rós í tingsalinum og donskum miðlum. 

Eitt nú segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrú, røðuna vera ta bestu, hon hevði hoyrt í danska fólkatinginum í árinum, og eisini uttan fyri landoddarnar vakti røðan ans.

Tað er felagsskapurin Danske Taler, sum á hvørjum ári savnar inn tilnevningar um ársins røðu, og ein metingarbólkur tilnevnir vinnaran.

Fyrr hava millum annað Mette Frederiksen, Sofie Linde og Mary krúnprinsessa vunnið heiðurin fyri røður, sum á serstakan hátt hava merkt almenna orðaskiftið.

Virðislønin verður handað fólkatingsmanninum á samkomu í Keypmannahavn 12. novembur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970