Favorittarnir vunnu í steypakappingini

Favorittarnir vunnu í steypakappingini
VÍF, StÍF og KÍF vóru favorittar í steypakappingini hjá monnum, og tey livdu øll upp til heitið við tryggum heimasigrum í dag
H71 vann á Kyndli í 1. umfari av steypakappingini
 
27.10.2024 - 16:58

VÍF, StÍF og KÍF livdu øll up til favorittheitið undan dystunum í 1. umfari í steypakappingin við monnum, sum vóru í dag.

Vestmenningar smurdu Neistan av á heimavølli. VÍF vann 35-25 eftir at hava verið á odda heili 21-9 í steðginum. Sjúrður Olsen (9) og fyrrverandi neistamaðurin, Dánjal Ragnarsson (8), skutu flest mál fyri heimaliðið, meðan Lýðar í Dímun (7) skoraðu mest fyri Neistan.

StÍF tók ímóti Team Klaksvík, og tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, sum endaði 12-10. Eftir steðgin fóru strandingar undan beinanvegin, og venjingarstøðan og breiddin komu til sjóndar. StÍF vann 31-21 við Trúgva Hávardsson (8) sum drúgvasta málskjútta. Nikolay Bliznov skeyt sjey mál fyri klaksvíkingar.

KÍF gjørdi eisini sína skyldu ímóti H71 II. Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt níggju mál í dystinum, sum kollfirðingar vunnu 28-21. Esbern Patursson hjá H71 fekk reytt kort eftir steðgin, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá hoyvíkingum lættari.

Í gjár vann fyrsta lið hjá H71 27-22 á Kyndli í Hoyvíkshøllini. Dysturin var javnur, men síðsta korterið dróg heimaliðið frá. Rókur Ziskason (10) var toppskjútti hjá H71, og Brian Slyne skeyt sjey mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844