Kvinnur skulu ikki ræðast hormonspiral

Kvinnur skulu ikki ræðast hormonspiral
Hóast nýggj kanning staðfestir samanhangin millum hormonspiral og bróstkrabba, skulu allar kvinnur ikki neyðturviliga velja hann frá, heldur serlækni.
 
29.10.2024 - 12:51

Samanhangurin millum hormonspiral og bróstkrabba bleiv fyrr í mánaðinum almannkunngjørdur í stórari, danskari kanning. 

Tað er deildin fyri krabbameinsgransking hjá danska krabbameinsfelagnum, sum hevur gjørt kanningina. 

Niðurstøðan í kanningin sigur, at hvørja ferð 714 kvinnur í fimm ár hava brúkt hormonspiral, fær ein kvinna bróstkrabba orsakað av hormonspiralinum. Og vandin økist, jú eldri kvinnurnar eru, tá tær brúka spiralin. 

Í Føroyum verður hormonspiralur í stóran mun brúktur sum fyribyrging, og týpiskt er talan um vaksnar kvinnur, sum hava átt børn.

Diana Reynstind er serlækni í kvinnusjúkum. Sambært henni skulu tær flestu kvinnurnar, sum eru eldri enn 35 og brúka hormonspiral, ikki gevast at brúka hann, hóast nýggjasta kanningin vísir samanhangin millum hormonspiral og bróstkrabba.

- Tær kvinnurnar, sum vita, at tær eru í vandabólki, um mann hevur bróstkrabba í familjuni, mann vigar ov nógv, ikki venur regluliga, dámar væl at drekka vín og er yvir 35 ár, so møguliga mann kann umhugsa at brúka aðra fyribyrging. Men hjá teimum allar flestu kann hormonspiralurin vera sitandi, sigur Diana Reynstind.

Í morgunsendingini greiðir Diana Reynstind frá nýggju, donsku kanningini og samanhangin millum hormonspiral og bróstkrabba.

1705140

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037