Kanna møguleikarnar at varðveita stuðul til tannviðgerð uttanlands

Kanna møguleikarnar at varðveita stuðul til tannviðgerð uttanlands
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Johan Dahl, løgtingsmanni
Landsstýriskvinnan svarar, at lógarbroyting má gerast, um ung fólk kunnu varðveita stuðulin til tannviðgerð, um tey fara uttanlands. (Savnsmynd)
 
30.10.2024 - 10:06

Kannað verður, um til ber til at gera undantøk í heilt serligum førum, og hvørjar avleiðingarnar av tí vera.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, um møguleikan hjá fólki, sum fara av landinum, at varðveita stuðulin, sum ung fólk fáa til tannviðgerðir.

Sum nú er, er stuðulin bara galdandi, meðan fólk búgva og eru í Føroyum.

Men Johan Dahl, løgtingsmaður, spurdi, um skipanin verður broytt, so hon eisini umfatar fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum.

Landsstýriskvinnan svarar, at so má lógarbroyting gerast.

Og hon er sinnað at kanna, um hon skal gerast.

Nøkur undantøk eru, men tey eru ikki fyri fólk, sum fara av landinum at útbúgva seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655