Sterilisatión er tryggasta fyribyrging

31.10.2024 - 10:57
Sterilisatión er tryggasta fyribyrging
Nógvar mýtur eru knýttar at sterilisatión hjá monnum. Tað sigur serlækni í urologi

Jóhan Poulsen er serlækni í urologi. Hann sigur, at áleið 50 føroyskir menn árliga blíva steraliseraðir.

Orsøkin er sum oftast, at teir hava fingið tey børnini, sum teir ynsktu sær og samtundis taka tann partin á seg, sum eitur fyribyrging.

Sum urolog hoyrir Jóhan Poulsen fleiri mýtur, sum eru knýttar at sterilisering. Ofta er tað spurningar um potens og hormonir.

- Sterilisatión hevur onga ávirkan á kynsliga førleikan. Tvørturímóti sleppur mann av við strongdina at hugsa, um makin verður við barn. Hetta gevur ein tryggleika, sigur Jóhan Poulsen.

Sjálvt skurðinntirvið er ógvuliga einfalt. Tað tekur bert tjúgu minuttir at gera tað, og tað hevur sera fáar fylgdarsjúkur við sær.

Tó skal ein ikki angra inntrivið, tí tað kann vera trupult at binda sástreingin saman aftur.

- Sterilisatión er tryggasta fyribyrging sum finst, sigur Jóhan Poulsen at enda.

Øll samrøðan kann hoyrast her:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442