Viðingar fáa nýggjan dagstovn

Viðingar fáa nýggjan dagstovn
Bygdarráðið á Viðareiði fer nú undir at byggja nýggjan dagstovn í bygdini
Mynd: Fuglark Arkitektar  
 
18.11.2023 - 19:23

Sum er, verða 36 børn ansað á Viðareiði, men nýggi stovnurin skal hava pláss fyri 48 børnum, og eisini skal bera at byggja hann út í framtíðini.

- Ætlanin við dagstovninum er ikki nakað nýtt mál, men hevur verið viðgjørt undan hesum bygdarráðnum, sigur Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði.

Hon heldur, at tað fer at økja um áhugan fyri at búseta seg á Viðareiði, tá ið tunlarnir Norður um fjall eru lidnir, tí mong ferðast av bygdini hvønn dag.

 

- Nógv ferðast til Klaksvíkar til arbeiðis, og tá ið viðingar samstundis fegnir vilja búgva í heimbygdini, fer hetta at geva enn fleiri møguleikar.

Tí er næst á skránni hjá bygdarráðnum á Viðareiði at fáa til vega fleiri grundstykki, so tað skal bera til hjá enn fleiri at seta búgv í bygdini, ið hevur ivaleyst av góðum byggilendi.

 

1636135

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777