33 milliónir aftrat til Fámjinsbergholið

33 milliónir aftrat til Fámjinsbergholið
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um meirjáttanin, og nú fer bergholið at kosta 285 milliónir kr.
Fíggjarnevnd er samd um at taka undir við at játta 33 milliónir aftrat til Fámjinsbergholið.
 
07.11.2024 - 08:21

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at taka undir við uppskotinum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um at lata 33 mió. kr. meira til Fámjinsbergholið.

Við teirri hækkingini fer tað at kosta 285 mió. 

Fyrsta lógin, hon kom í 2021, segði 169 milliónir.

Trý omanlop hava verið í bergholinum.

 

Omanlopini í bergholinum hava eisini dýrkað arbeiðið munandi. 

 

Tey eru orsøkin til, at bergholið kostar nógv meira at gera enn mett.

Men aðrir trupulleikar eru eisini nevndir í lógaruppskotinum.

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at her verður serliga sipað til eftiruppmátingar, uppgerð, endurgjald, seyðasmogu, grótbrot og tillagingar í samskifti við hagar. 

Seinasta skotið í bergholinum var 18. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635