Bjarni Johansen og Tjóðveldi skipa samgongu í Vági

bannari
Bjarni Johansen og Tjóðveldi skipa samgongu í Vági
Sitandi borgarstjórin er farin í part við Tjóðveldi, og sostatt verður Levi Mørk kortini ikki borgarstjóri
Bjarni Johansen heldur eftir øllum at døma fram sum borgarstjóri í Vági. Hann er farin í valbólk við Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2024 - 22:30

Levi Mørk verður kortini ikki nýggjur borgarstjóri í Vágs kommunu.

Tað ljóðaði annars, at endaliga semjuskjalið millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin skuldi undirskrivast á fundi í kvøld, og hetta váttaði Levi Mørk sjálvur seinnapartin í dag, men á fundinum í kvøld boðaði Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum frá, at hann ikki fór at skriva undir.

Og klokkan átta í kvøld kallaði Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur hjá Tjóðveldi, sum bleiv størsti listi, nývalda býráðið inn til fund í morgin klokkan 10.00. Á skrá er skipan av Vágs býráð setuna 2025-2028.

Tað er ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking í kvøld frá hvørki Bjarna Johansen ella Arna D. Brattaberg, men tað er sannlíkt, at Bjarni Johansen nú heldur fram sum borgarstjóri afturfyri at vera farin í valbólk við Lista E.

Levi Mørk, sum fyrr í dag segði við Kringvarpið, at tað var so gott sum klárt at undirskriva semjuskjalið millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin við Levi Mørk sjálvum sum borgarstjóra, er ógvuliga vónsvikin av støðuni.

"Fyri trimum døgum síðan vóru vit samd um at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men nú má eg bara ásanna, at tann semjan ikki helt. Eg havi alla tíðina havt fullan stuðul frá Sambandsflokkinum. Tað er í mínum egna flokki, at stuðulin hevur manglað," sigur Levi Mørk í stuttari viðmerking í kvøld.

Levi Mørk bleiv toppskorari á kommunuvalinum í Vági týsdagin við 131 persónligum atkvøðum. Bjarni Johansen var næstfremstur á Javnaðarlistanum við 108 persónligum atkvøðum.

Valið gav Tjóðveldi fýra býráðslimir, Javnaðarflokkinum tríggjar limir, og Sambandsflokkurin fekk tveir býráðslimir. Sostatt manglaði Tjóðveldi ein býráðslim fyri at fáa meiriluta. Hann hevur flokkurin nú fingið við Bjarna Johansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473