Fleiri íslendsk feløg vilja sleppa at skjóta hval

Fleiri íslendsk feløg vilja sleppa at skjóta hval
Hvalur vil sleppa at skjóta nebbafisk, og hini trý feløgini ætla at skjóta sildreka
Íslendska stjórnin hevur ikki avgjørt, um stórhvalaveiðan skal loyvast aftur.
Mynd: Hvalur hf.  
 
19.11.2024 - 14:22

Nú er partafelagið Hvalur ikki einasta felag í Íslandi, sum vil sleppa at skjóta hval.

Trý onnur feløg hava søkt um loyvi. 

Hvalur vil sleppa at skjóta nebbafisk.

Felagið vil hava loyvið at vera ótíðarmarkað ella galdandi í fimm ella tíggju ár.

Hini trý feløgini vilja sleppa at skjóta sildreka.

Íslendska stjórnin hevur ikki avgjørt, um stórhvalaveiðan skal loyvast aftur.

Og stjórnin, sum nú er, er bara starvsstjórn.

Altingsval verður 30. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423