Danmark letur Ukraina eina milliard aftrat

Danmark letur Ukraina eina milliard aftrat
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var í Kyiv í gjár í sambandi við, at 1.000 dagar eru farnir, síðani Russland leyp á Ukraina
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og ukrainski forsetin, Zelenskij, høvdu felags tíðindafund í Kyiv í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.11.2024 - 08:24

Danmark fer at lata eina milliard krónur aftrat til ukrainska vápnaídnaðin í stríðnum móti Russlandi.

Tað boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, frá á tíðindafundi í Kyiv í gjár, har hon hevur vitjað í sambandi við, at tað í gjár vóru 1.000 dagar, síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði.

Á felags tíðindafundi hjá Mette Frederiksen og ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelinsky, segði hon, at hjálpin úr vesturheiminum hevur verið alt ov leingi á veg, og at tað ofta eru ov nógvar avmarkingar á, hvussu hjálpin til Ukraina kann brúkast.

Mette Frederiksen segði við danska kringvarpið, at Evropa má standa saman í stuðlinum til Ukraina, tí sambært henni fer Vladimir Putin ikki at steðga við Ukraina. Um vesturheimurin og Evropa ikki standa saman, verður fyrr ella seinni einki Evropa eftir, segði Mette Frederiksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539