Fekk næstflestar atkvøður, men heldur fram sum borgarstjóri

bannari
Fekk næstflestar atkvøður, men heldur fram sum borgarstjóri
Teresa Silvurdal, sum var fyrstvald á kommunuvalinum í Porkeri, skeyt seg sjálva upp til borgarstjóra, men fekk ikki meirluta
Ása Holm heldur fram sum borgarstjóri í Porkeris kommunu.
 
28.11.2024 - 10:35

Bygdarráðið í Porkeri skipaði seg í gjárkvøldið við Ásu Holm sum borgarstjóra. Hon hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini. 

Bert ein listi stillaði upp til kommunuvalið, og Teresa Silvurdal var fyrstvald við 57 atkvøðum. 

Næstvald var Ása Holm við 15 atkvøðum færri. Hon fekk 42 atkvøður. 

Teresa Silvurdal skeyt seg sjálva upp til borgarstjóra, men fekk ikki meirluta.

Hoyr samrøðu við Ásu Holm í útvarpstíðindunum: 

 

28112024_Asa_Holm

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037