Samandráttur: Ísland fekk sín fyrsta EM-sigur

Samandráttur: Ísland fekk sín fyrsta EM-sigur
Føroyar høvdu ikki meir enn fingið sítt fyrsta EM-stig, áðrenn Ísland við sigri á Ukraina kundi fegnast um sín fyrsta sigur í einum EM-endaspælið
Eva Manhart / kolektiff
02.12.2024 - 10:23

EM-fepurin í Føroyum er høgur eftir søguliga stigið ímóti Kroatia í gjár, og í Íslandi er hann neyvan nógv lægri.

Við sigri á Ukraina eydnaðist tað íslendsku kvinnunum at vinna sín fyrsta EM-dyst. 

 - Eg eri so glað. Vit hava glett okkum til hesa kappingina í fýra ár. Vit hava hugsað og tosað um hana til hvørja venjing. Nú hava vit fingið okkara fyrsta sigur, og tað merkir nógv fyri okkum, segði Perla Albertsdóttir.

Íslendski málverjin, Elin Jóna Thorsteinsdóttir, sum føroyingarnir minnast frá undankappingardystinum í Íslandi fyrr í ár, stóð ein branddyst, men hon vildi ikki taka heiðurin fyri sigurin.

 - Eg kenni meg ikki sum eina stjørnu yvirhøvur, tí vit eru eitt lið, og vit gera alt saman. Um eg standi væl, er tað tí at verjan stendur væl, og vit hava eina góða dystarætlan og fylgja henni, segði íslendski málverjin.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961