Kommunuskrivarin verður nú kommunustjóri

Kommunuskrivarin verður nú kommunustjóri
Býráðið í Nes kommunu hevur samtykt at umskipa starvið
Á nýggarinum verður Elsbet Ellingsgaard Magnussen kommunustjóri í Nes kommunu.
 
02.12.2024 - 13:05

Nes kommuna fær nú kommunustjóra. 

Á fundi 25. november samtykti býráðið at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis, at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, frá 1. januar 2025 verður kommunustjóri.

Elsbet E. Magnussen hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021. Hon hevur útbúgving í master í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetri Føroya.

Stórur fólkavøkstur hevur verið í Nes kommunu, og kommunan er eisini vorðin býur. 

Heimasíðan hjá Nes komunu skrivar, at nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542