Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólavarpið 2. partur
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jólavarpið 2. partur
02-12-2024
Vit hoyra søgur, sangir og børn siga sína hugsan. Søgan í dag er - Revur og jólavættur, sum Astrid Lindgren skrivaði og Heðin M. Klein týddi. Páll Danielsen lesur. 97 ára gamla Amalia Hansen úr Svínoy fer at greiða frá, hvussu tað var at vera barn á jólum. Hansina Iversen sang við Hjørdis og gentunum og hon sang - Lítla fitta nissa mín, tá ið hon var 11 ára gomul..
Jólavarpið