Politiið fingið umleið 60 skaðafráboðanir

Politiið fingið umleið 60 skaðafráboðanir
Skaðar eru um tað mesta av landinum, men serliga norðan fyri Skopunarfjørð
Illveðrið heldur, og um hálvgum tólv tíðina hevði løgreglan fingið umleið 60 fráboðanir um skaða. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.12.2024 - 11:43

Fráboðanir um skaðar í illveðrinum, sum Klaksvíkar sløkkilið hevur fingið, eru nú yvir 40, sigur Finn Hansen, átaksleiðari.

Klaksvikar sløkkilið hevur eisini Viðareiði og Hvannasund/Norðdepil.

Tjørupapp er farið av takinum á fótbóltskýlinum og bygninginum hjá KFUM.

Hjá Tórshavnar sløkkiliði eru ikki nógvar fráboðanir komnar aftrat teimum, sum vóru í morgun.

 

Hesin skjøldurin er farin á einum húsum, sum standa í gerð í Havn. (Mynd: Uni Arge)

 

Eingin álvarsligur skaði er fráboðaður, sigur Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu.

Klokkan hálvgum tólv hevði politiið fingið okkurt um 60 fráboðanir.

Skaðar eru um tað mesta av landinum, men serliga norðan fyri Skopunarfjørð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129