Amnesty: Ísrael fremur fólkadráp í Gasa

Amnesty: Ísrael fremur fólkadráp í Gasa
Niðurstøðan hjá Amnesty International í nýggjari frágreiðing er, at Ísrael hevur ikki skilt millum sivil og hernaðarlig mál í Gasageiranum
Amnesty sigur, at fleiri enn 42.000 palestinar í Gasa hava lítið. Av teimum fleiri enn 13.000 børn, og fleiri enn 97.000 fólk eru særd. 
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.12.2024 - 14:33

Ísrael fremur fólkadráp móti palestinum í Gasa. 

Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International, sum er almannakunngjørd í dag.

Amnesty International hevur kannað atgerðirnar hjá Ísrael móti fólkinum í Gasa, frá 7.oktober í fjør, tá Hamas leyp á Ísrael, til juli í ár. 

 

Turið Maria Jóhansdóttir.

 

Les meira um frágreiðingina her.

 

Fleiri enn 42.000 palestinar eru dripin, av teimum fleiri enn 13.000 børn, og fleiri enn 97.000 fólk hava fingið løstir. 

Niðurstøðan hjá Amnesty er, at nógv álop eru framd, uttan at Ísrael hevur skilt millum sivil og hernaðarlig mál. 

Hoyr samrøðu við Turið Mariu Jóhansdóttir, aðalskrivara í Amnesty International Føroyum í útvarpstíðindunum: 

 

05122024_Turid_Maria_og_Israel

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Gudtænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107