Skatturin ongantíð meira enn 35 prosent

Skatturin ongantíð meira enn 35 prosent
-Eingin føroyingur í arbeiði í Norra fer at gjalda meira enn 35 prosent í skatti, sigur Ruth Vang til ákoyringar frá andstøðuni um at skattabroyting rekur fólk av landinum
 
06.12.2024 - 13:42

Ein villa var í tíðindunum um strikan av skattafrádrátti. Greinin er tí dagførd við hesum upplýsingum kl. 15:08:

Upprunaætlanin var at strika skattafrádráttin stigvíst, til frádátturin var heilt burtur í 2028. Men undir viðgerðini í løgtinginum bleiv hetta broytt, soleiðis at frádrátturin lækkar niður í 48.000 krónur í 2026.

Eisini var ætlanin at lækka samdøgursfrádráttin - sum ídag er 300 krónur um dagin - stigvíst, til hann verður heilt burtur í 2028. Eisini hetta varð broytt undir tingviðgerðini, soleiðis at samdøgursfrádrátturin minkar niður í 120 krónur í 2026, og verður tá verandi á tí upphæddini. 
 

Undir ófráboðaðu fyrispurningunum fyrrapartin vísti andstøðan á, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum trýstir føroyingar, sum eitt nú arbeiða í Norra, til at flyta av landinum.

Tað er eitt ár síðani, at skattaumskipanin hjá landsstýrinum varð borin í løgtingið og síðani samtykt. 

Les notat hjá Fíggjarmálaráðnum um skattaumskipan HER.

Fyri at fíggja skattalætta á lønarinntøkur í Føroyum valdi landsstýrið at stigvíst avtaka skattafrádráttin hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.

Skattur av uttanlandsinntøku er 35 prosent, men fyrst skulu 30 prosent dragast frá, upp til 120.000 krónur. Og tí rinda fólk bara 24 prosent í skatti av fyrstu 400.000 krónunum í inntøku. Landsstýrið vil tí avtaka uttanlandsfrádráttin yvir fimm ár. Eisini skal samdøgursfrádrátturin, sum ídag er 300 krónur um dagin, strikast yvir fimm ár.

Ruth Vang segði í løgtinginum fyrrapartin, at skattaumskipanin, sum løgtingið hevur samtykt, verður ikki broytt. Men landsstýriskvinnan gloppaði tó dyrnar fyri, at skiftistíðin, har skattafrádrátturin verður avtikin, kann gerast meira lagalig. 

Hoyr innslag her: 

 

Skattur_og_uttanlandsinntoka_-_jbh_-_1220-RAETT
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365