Sýria: Leita nú eftir fólki, sum hava viðvirkað til píning

Sýria: Leita nú eftir fólki, sum hava viðvirkað til píning
Uppreistrarleiðarin, Ahmad al-Sharaa, sigur, at teir fara at elta krígsbrotsmenn og biðja um at fáa teir útflýggjaðar
Ahmad al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrinum í Sýria.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2024 - 08:10

Uppreistrarfólk, sum hava rikið sýriska forsetan, Bashar al-Assad, frá valdinum, fara at almannakunngera ein lista við nøvnum á leiðandi embætisfólkum, sum hava viðvirkað til píning.

- Vit fara at løna teimum væl, sum geva okkum upplýsingar um leiðandi herleiðarar og trygdaryvirmenn, sum hava viðvirkað til krígsbrotsverk, skrivar leiðarin fyri uppreistrarbólkinum HTS, Ahmad al-Sharaa, sum fyrrr var kendur sum Abu Mohammed al-Jolani, á Telegram.

Í gjár fór uppreistrarleiðarin undir samráðingar við frákoyrdu stjórnina um at taka við valdinum.

- Vit skulu ikki drála við at draga brotsmenn, drápsmenn, trygdaryvirmenn og herleiðarar til svars, sum hava viðvirkað til at pína sýriska fólkið, sigur uppreistrarleiðarin.

Hann leggur aftrat, at teir fara at elta krígsbrotsmenn og biðja um at fáa teir útflýggjaðar, um teir eru flýddir til onnur lond.

- Teir, sum hava arbeitt undir harraboðum, fáa amnesty, sigur Ahmad al-Sharaa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928