Longyearbýurin skal ikki vaksa meira

Longyearbýurin skal ikki vaksa meira
Fleiri milliardir skulu brúkast at steðga vøkstrinum, og samstundis skal býurin gerast meira norskur
Talið á bústøðum í Longyearbýnum skal vera tað sama, sum tað var fyri 10 árum síðani. (Savnsmynd)
 
12.12.2024 - 09:55

Norski staturin vil ikki hava Longyearbýin á Svalbard at vaksa seg størri enn hann er nú.

Tí er ætlanin at brúka fleiri millardir krónur til at steðga vøkstrinum og samstundis gera býin meira norskan.

Tað skrivar norska kringvarpið NRK, sum endurgevur miðilin Klassekampen.

 

Steðga íbúðarbygging

Fyrsta stigið hjá norsku stjórnini er at steðga allari íbúðarbygging í býnum. Talið á bústøðum skal vera tað sama, sum tað var fyri 10 árum síðan.

Í 1990 búðu umleið 1.000 fólk í Longyearbýnum, men í dag búgva nærum 2.600 fólk í býnum. Av hesum eru 64 prosent norskir statsborgarar, og tað er tað minsta, sum hevur verið.

 

Familjusamfelag

- Longyearbýurin skal ikki vaksa meir. Vit vilja, at býurin skal vera eitt lokkandi norskt familjusamfelag. Átøk til at fremja hetta fara at síggjast aftur í fíggjarlógunum næsti árini, sigur norski tilbúgvingar- og løgmálaráðharrin, Emilie Enger Mehl, sum eisini hevur Svalbard sum málsøki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112