Á Breddanum: Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp

Á Breddanum: Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa, verður spurt í sendingini
Reyði Krossur Føroya hevur letur bæði klædna- og mathjálp. Tørvurin er stórur, tí talið á brúkarum er vaksið úr 400 upp í 1400 brúkarar.
 
13.12.2024 - 09:23

Alt fleiri hava tørv á hjálp fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Bara seinastu tvey árini er talið á teimum, sum leita sær hjálp frá mat- og klædnatænastuni hjá Reyða Krossi, vaksið úr 400 brúkarum upp í 1.400 brúkarar. 

Men er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið?

Hvat ger tað almenna fyri at hjálpa teimum, sum detta niðurímillum? 

Og hava vit yvirhøvur nakra hóming av, hvørji tey eru, sum hava tørv á hjálp?

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, verður í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290