Samgongulimur ávarar ímóti at taka søluliðið inn í elveitingarlógina

Samgongulimur ávarar ímóti at taka søluliðið inn í elveitingarlógina
Henrik Old, løgtingsmaður, sigur, at hann veit einki um nakra avtalu við Framsókn um málið
Henrik Old, løgtingsmaður, sigur, at støðan verður sum í Danmark við methøgum el-prísi, um privatir sleppa framat at selja streym.
 
13.12.2024 - 13:18

Loyvir tú privatum at selja streym til vinnulív og borgarar, sleppur tú endanum, og tað endar sum í Danmark, har prísurin í løtuni er methøgur.

Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og samgongulimur.

Landstýriskvinnan í orkumálum segði í útvarpinum í gjár, at søluliðið skal inn aftur í elveitingarlógina.

Henrik Old sigur, at hann veit einki um nakra avtalu við Framsókn um málið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13122024_Henrik_Old_og_SEV

 

SEV.

 

Í Danmark kunnu fyritøkur framleiða og selja beinleiðis til kundan.

Í Føroyum er ætlanin, at fyritøkur, sum framleiða inn á netið hjá SEV, keypa streymin frá SEV at selja víðari við eyka tænastu.

Endamálið er at fáa gongd á grøna orkuskiftið, segði Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvina, sum upprunaliga vildi hava ásetingina í lógina.

Ásetingin var tó tikin burturúr í vár, áðrenn elveitingarlógin var samtykt.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514