Tyrlur eru hjá seglbátinum

Tyrlur eru hjá seglbátinum
Lerkur og Rókur eru eisini komnir til neyðstadda pólska seglbátin, og teir royna st stjóra ein telefon umborð
Pólski seglbáturin sendi neyðarkall út tíðliga í morgun. Tyrlur sveima alla tíðina uppi yvir bátinum, og Lerkur og Rókur royna nú at fáa eina telefon stjóraða yvir á bátin, so tað ber til at samskifta við MRCC.

04.09.2012 - 16:18

Veðrið er batnað á leiðini norðan fyri Føroya banka, har ein pólskur seglbátur sendi út neyðarkall í morgun.

Tyrlan hjá Atlantsflogi fann bátin fyrrapartin, og síðani hava tyrlur verið hjá bátinum alla tíðina. Tá tyrlan hjá Atlantsflogi noyddist at fara til lands aftur, tí brennievnið gekk undan, varð hon avloyst av Lynx-tyrluni hjá donsku sjóverjuni. Hin bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi avloysti síðani donsku tyrluna.

Ikki hugsingur at bjarga

Hallur Jensen, tyrluflogskipari, sum fann bátin í morgun, sigur við útvarpið, at veðrið var ógvusligt fyrrapartin, og hugsingur var ikki um at gera nakra bjargingarroynd.

- Báturin fekk ikki manurerað í høgu aldunum, tí ein av mastrunum hevur fingið skaða. Men annars fleyt hann væl og høgt í sjónum, og sá út til at vera í hampuliga góðum standi. So vandi er ikki fyri, at hann skal søkka, sigur Hallur Jensen.

Óvist hvat verður gjørt

Sambært Edvard Bjarnasyni, virkandi leiðara á MRCC, er enn óvist, hvat gjørt verður við pólska seglbátin. Enn er støða ikki tikin til, um báturin skal togast ti lands, ella um talan verður um at bjarga einum av manningini, sum eftir øllum at døma hevur fingið skaða.

- Vit fáa ikki samskift við bátin, og tí vita vit ikki, hvat tey vilja. Brimil verður hjá bátinum um tveir til tríggjar tímar, og tá vita vit helst meiri, sigur Edvard Bjarnason.

Annars eru partrolararnir, Lerkur og Rókur, eftir øllum at døma komnir fram til seglbátin, og teir royna nú at stjóra eina telefon umborð, so at tað ber til at samskifta millum pólska skipið og MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659