Jenis av Rana atkvøddi ímóti fíggjarlógini

Jenis av Rana atkvøddi ímóti fíggjarlógini
- Tað nívir meg, at vit hoyra neyðarróp úr samfelagnum, tí tað eru ikki øll, sum hava tað gott, sigur Jens av Rana, formaður í Miðflokkinum, ið atkvøddi ímóti fíggjarlógini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.12.2024 - 11:57

Ein atkvøða var ímóti, tá ið endaliga atkvøðugreiðslan um løgtingsfíggjarlógina fyri 2025 var í gjárkvøldið.

27 tingfólk atkvøddu fyri, tey fimm tingfólkini hjá Fólkaflokkinum atkvøddu blankt, og sum tann einasti atkvøddi Jenis av Rana í Miðflokkinum ímóti fíggjarlógini.

- Tað, sum nívir meg, er at vit hoyra neyðarróp úr samfelagnum, tí tað eru ikki øll, sum hava tað gott, sigur hann.

At øll ikki atkvøða fyri fíggjarlógini, kemur fyri viðhvørt, og seinast var í 2021, tá ið fimm tingfólk atkvøddu ímóti.

Løgtingsfíggjarlógin fyri næsta ár hevur 120 milliónir krónur í halli.

 

Jenis_av_Rana_imoti_figgjarlogini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329