Elias við aftur í Kiel-sigri

Elias við aftur í Kiel-sigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur á vøllinum eftir skaða, tá Kiel vann á Gummersbach og tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum í steypakappingini
Hendavegin: Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur á vøllinum eftir skaða í økslini
Mynd: THW Kiel  
 
20.12.2024 - 09:17

Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur at síggja á vøllinum, tá THW Kiel vann á Gummersbach á tryggjaði sær pláss í hálvfinalunum í týsku steypakappingini.

Føroyski spælskiparin hevur sitið uttanfyri við einum skaða í økslini síðstu vikurnar, men hann fekk nakrar minuttir og fýra mál í 36-33 sigrinum hjá norðurtýska hondbóltsrisanum.

Kiel, sum hevur vunnið steypakappingina 12 ferðir, skal spæla ímóti Rhein-Neckar Löwen í hálvfinaluni í sonevnda Final Four-endaspælinum, sum verður í Køln í apríl.

Jóhan á Plógv Hansen skeyt eitt mál fyri Flensburg-Handewitt, sum tapti sína fjórðingsfinalu fyri Magdeburg, ið spælir hálvfinalu ímóti HBW Balingen-Weilstetten.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804