27 russisk fiskiloyvi í Føroyum

27 russisk fiskiloyvi í Føroyum
Russisku kvoturnar eru 75.000 tons av svartkjafti, 12.291 tons av makreli og 6.485 tons av sild
Russisk fiskiskip í Havn.
 
27.12.2024 - 07:11

27 russisk fiskiskip hava loyvi til at fiska í føroyskum sjógvi í ár sæst í yvirliti hjá Vørn.

Russisku kvoturnar eru 75.000 tons av svartkjafti, 12.291 tons av makreli og 6.485 tons av sild.

Russisk skip sleppa eisini at fiska 55.618 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi, í føroyskum sjógvi.

Men tey sleppa ikki í serøkið millum Føroyar og Bretland.

Russisku skipini hava fiskað 113.300 tons av svartkjafti, 2.300 tons av sild og 9.225 tons av makreli í føroyskum sjógv í ár sambært fráboðanum til Vørn.

Frá 1. januar til og við 31. mars kunnu 20 russisk skip fiska her.

Frá 1. apríl til og við 31. oktober 29 skip, og frá 1. november til og við 31. desember kunnu 28 russisk skip fiska í føroyskum sjógvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065