Fiskimenn vilja ikki hava hægri pensjónsaldur

Fiskimenn vilja ikki hava hægri pensjónsaldur
Fiskimannafelagið sigur í sínum hoyringarskrivi um ætlanina hjá landsstýrinum, at langt og hart arbeiðslív hava merkt nógvar fiskimenn
Fiskimannafelagið vil ikki hava hægri pensjónsaldur.
 
30.12.2024 - 11:29

Pensjónsaldurin eigur ikki at hækka.

Tað heldur Føroya fiskimannafelag.

Felagið sigur í sínum hoyringarskrivi um ætlanina hjá landsstýrinum, at langt og hart arbeiðslív hava merkt nógvar fiskimenn.

Tí tekur Fiskimannafelagið ikki undir við, at pensjónsaldurin hækkar.

Og felagið heldur eisini, at pensjónistar eiga at sleppa at arbeiða, uttan at arbeiðsinntøkan verður mótroknað. 

Landsstýrið ætlar, at frá 1. januar 2035 til 1. januar 2042 skal pensjónsaldurin hækka úr 68 árum uppí 70 ár. Broytingin verður gjørd stigvíst, so at pensjónsaldurin hækkar tríggjar mánaðir um árið.

Tískil fer pensjónsaldurin at hækka munandi skjótari enn hann hevur gjørt. 

Hækkar so líðandi

1. juli í ár hækkaði hann seks mánaðir uppí 67 ár og seks mánaðir.

Næsta broyting verður 1. juli í 2030, tá pensjónsaldurin aftur hækkar seks mánaðir uppí 68 ár.

Síðani hendir einki fyrr enn í 2035, tá pensjónsaldurin aftur hækkar tríggjar mánaðir.

Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum.

Í lógaruppskotinum er eisini ásett, at løgtingið í 2030 skal taka støðu til, hvør pensjónsaldurin skal vera frá 1. januar 2043.

Hoyringarfreistin var til 4. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303