Torført hjá lesandi í Grønlandi at fáa íbúð

Torført hjá lesandi í Grønlandi at fáa íbúð
Ein avleiðing er, at fleiri ung fara av landinum og serliga til Danmarkar at lesa í staðin
Fróðskaparsetrið í Nuuk.
Mynd: Sermitsiaq  
 
02.01.2025 - 10:55

Hvørt ár noyðast nøkur lesandi á grønlendska fróðskaparsetrinum Ilisimatusarfik at gevast, tí eingin bústaður er til teirra.

Orsøkin er fyrst og fremst, at reglurnar fyri, hvør kann søkja um lestraríbúð ov harðar, skrivar KNR.

- Um lesandi síðstu tvey árini hava búð í Nuuk ella nærindis, kunnu tey ikki søkja um lestraríbúð, sigur Rosa Lynge Lorentzen, lestrarstjóri á grønlendska fróðskaparsetrinum.

- Tí møta vit ofta lesandi, sum standa í hesi støðu, og tí ikki kunnu gera útbúgvingina lidna, sigur hon.

 

Fara av landinum 

Ein avleiðing av tí er, at fleiri ung fara úr Grønlandi og serliga til Danmarkar at lesa í staðin.

Eini ráð frá Ilisimatusarfik eru, at so skjótt sum ung hava fingið eitt lestrarpláss, skulu tey beinanvegin søkja um lestraríbúð.

Kappingin um íbúðirnar er stór, hóast tey ungu í Nuuk og har um leiðir ikki fáa pláss, tí strongu reglurnar forða fyri tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Mikudag 22. apríl
Serfrøðingurin um ítróttarskaðar
207416
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372