Koyrdu ov skjótt í Vágatunlinum

Koyrdu ov skjótt í Vágatunlinum
Tveir bilførrar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum
Fimm bilførarar blivu mátaðir at koyra av skjótt í Vágatunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.01.2025 - 08:14

Politiið gjørdi ferðmátingar í Vágatunlinum í hálvanannan tíma seint seinnapartin í gjár.

Fimm bilførarar blivu mátaðir at koyra av skjótt.

Ein koyrdi 102 km/t, og fær sekt fyri tað.

Teir, sum koyrdu ávikavist 105 og 106 km/t, fáa klipp í koyrikortið.

Og so fingu tveir treytaða frádøming. Teir koyrdu ávikavist, sambært mátingunum, 116 og 117 km/t. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961