Biden: Eiga ikki at gloyma álopið á Kongressina

Biden: Eiga ikki at gloyma álopið á Kongressina
Donald Trump hevur givið lyfti um, at fleiri av teimum, sum sita í fongsli eftir álopið á Kongressina í 2021, skulu fáa grið
Frá álopinum á Kongressina 6. januar 2021.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.01.2025 - 09:23

Fráfarandi forsetin í USA, Joe Biden, heitir nú á amerikanarar um ikki at gloyma tað, sum hendi í Kongressini í Washington DC 6. januar í 2021.

Í eini grein í Washington Post skrivar forsetin, at USA sum tjóð hevur eina kollektiva ábyrgd at minnast tað, sum hendi hendan dagin.

"Vit kunnu ikki góðtaka eina endurtøku av tí, sum hendi fyri fýra árum síðan," skrivar Joe Biden í greinini, sum varð almannakunngjørd í gjár.

 

Joe Biden, forseti. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Joe Biden hevur í fleiri førum sagt, at Donald Trump er ein hóttan móti demokratinum, og hann hevur víst á tað, at Trump ikki vildi viðurkenna valúrslitið í 2020, sum prógv fyri hesum.

Donald Trump hevur givið lyfti um, at fleiri av teimum, sum sita í fongsli eftir álopið á Kongressina í 2021, skulu fáa grið. Millum hesi eru fólk, sum eru dømd fyri at hava lopið á løgreglufólk, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533