Donald Trump yngri er komin til Nuuk

Donald Trump yngri er komin til Nuuk
Vitjanin varir í fýra, fimm tímar
Flogfarið við Donald Trump yngri setti seg á flogvøllinum í Nuuk fyri einum tíma síðani.
 
07.01.2025 - 14:01

Um eitt tíðina føroyska tíð lendi Donald Trump yngri, sonur komandi forsetan í USA, í Nuuk.

Vitjanin hevur fingið nógva rúmd í altjóða miðlum, tí komandi amerikanski forsetin fleiri ferðir hevur sagt, at hann kundi hugsað sær, at Grønland gjørdist ein partur av USA.

 

Donald Trump yngri 

 

Sonurin sjálvur hevur hinvegin sagt, at hann er komin til Grønlands í privatum ørindum, og endamálið er at taka upp tilfar til sítt podvarp, "Triggered with Don Jr.".

Grønlendska aðalráðið fyri sjálvstýri og uttanríkismál skrivar eisini í tíðindaskrivi, at talan er um eina privata vitjan, og at eingin fundur er avtalaður við grønlendska landsstýrið.

KNR skrivar, at vitjanin varar í fýra til fimm tímar. 

Hóast amerikonsku vitjanina fer Mute B. Egede, landsstýrisformaður, sjálvur til Danmarkar í dag, har hann skal vera vertur fyri einari nýggjársmóttøku á grønlendsku sendistovuni í Keypmannahavn.

 

Vekir ans

Vitjanin hjá Donald Trump yngra, í Grønlandi hevur vakt ans um allan heim og hon er samstundis, sum grønlendingar eru farnir at kjakast um støðuna hjá Grønlandi í Ríkisfelagsskapinum. 

Tað sigur Masaana Egede, ábyrgdarblaðstjóri á grønlendska miðlinum Sermitsiaq:

 

07012024_Masana

 

 

Donald Trump yngri kom til Nuuk við flogfarinum hjá pápa sínum. Sí videobrot her.

 

Til_JSJ

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400