Norskur professari: Trump fær kanska eisini hug á Svalbard

Norskur professari: Trump fær kanska eisini hug á Svalbard
Tore Wig sigur, at slíkur trygdarvandi hevur ikki verið síðani seinna heimsbardaga. Forsætisráðharrin sigur, at Svalbard er í tryggum hondum
 
09.01.2025 - 14:28

Fær Donald Trump valdið á Grønlandi, er ikki óhugsandi, at nýggi amerikanski forseti eisini fer at umhugsa at fáa valdið á Svalbard.

Tað sigur Tore Wig, sum er professari á lærda háskúlanum í Oslo.

Hann sigur við Dagbladet, at støðan er álvarslig fyri Noreg.

- Hetta er ein trygdarvandi, sum vit ikki hava sæð síðani seinna heimsbardaga, sigur Tore Wig um hóttanina hjá Trump um at fáa hendur á Grønlandi. 

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, ger greitt, at  Svalbard hoyrir til Noreg, og Svalbard er trygt, men hann finst at, at eitt sameint land nevnir møguleikan at brúka hermegi móti einum øðrum sameindum.

Jonas Gahr Støre segði soleiðis við NRK í gjár:

 

Store_Svalbard

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533