Múte B. Egede: Vilja hvørki vera danir ella amerikanarar

Múte B. Egede: Vilja hvørki vera danir ella amerikanarar
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at Grønland vil vera partur av vesturheiminum og økja samstarvið við tey sameindu, m.a. USA
Múte B. Egede, landsstýrisformaður, var í amerikonskum sjónvarpi í gjárkvøldið.
 
17.01.2025 - 09:35

Grønlendingar vilja hvørki vera danir ella amerikanarar, teir vilja vera grønlendingar.

Tað gjørdi Múte B. Egede, landsstýrisformaður, greitt í samrøðu við konservativu amerikonsku sjónvarpsrásinia Fox News í nátt.

- Grønlendingar vilja vera partur av vesturheiminum, og mál okkara er at økja samstarvið við okkara sterku sameindu, so sum USA.

 

Bundin at amerikansku trygdini

Samrøðan hjá grønlendska landsstýrisformanninum við Fox News, kemur í kjalarvørrinum á kjakinum, sum hevur tikið seg upp um Grønland, eftir at komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, 7. januar segði, at hann ikki kann útiloka, at hann fer at brúka hervald ella fíggarligan tvingsil til at fáa ræði á Grønlandi.

Múte B. Egede læt heldur ongan iva vera um, at trygdin hjá Grønlandi er bundin at trygdini hjá USA. 

- Tit eru grannar okkara, og tykkara trygd er okkara trygd. Tað havi eg sagt fleiri ferðir nú, men tað er sera týdningarmikið at leggja dent á, segði grønlendski landsstýrisformaðurin við Fox News.

Sí brot úr samrøðuni í Fox News her:

 

Mute_i_Fox_News


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297