Eiðis kommuna kærd til Kommunala eftirlitið

Eiðis kommuna kærd til Kommunala eftirlitið
Klagarin sigur, at avgerðin at strika sáttmálan við byggifelagið um Húsið millum Vatna, er ólóglig, tí bygdarráðsfundurin var ikki lógliga lýstur
Eiði.
 
20.01.2025 - 18:00

Í sambandi við, at Eiðis bygdaráð hevur strikað sáttmálan við Sp/F Búð um byggingina av Húsinum millum Vatna, er kommunan kærd Kommunala eftirlitið.

Tað vísir skjal, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Í klaguni stendur eisini, at avgerðin hjá núverandi borgarstjóra at strika sáttmálan við Sp/F Búð er ólóglig, bæði tí fundurin ikki varð lógliga lýstur, og tí avgerðin ikki varð viðgjørd í teimum nevndum, sum lógin áleggur. 

Hoyr innslag her:

 

25012025_Eidis_kommuna


Meðan núverandi bygdaráð á Eiði heldur, at byggingin av Húsinum millum Vatna er ólóglig, so heldur undanfarna bygdarráð, at byggingin er lóglig.

Bæði núverandi og undanfarna bygdarráð hava brúkt Djóna Thomassen sum advokat. Hann vil løtuni ikki gera viðmerkingar til málið, men vísir til Jógvan í Skorini, borgarstjóra.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911